Tað er Teresa Ovenberg úr Havn, sum endar við at standa við avgerini um, hvør skal út í dagsins parti av Paradise Hotel.
Hon er ikki sjálv í vanda, tí menninir eru ein í yvirtali og konufólkini sita tískil niðri. Sandavágsmaðurin Karl Weihe fer aftur til sín partnara síðan nærum byrjan, Nikoline, og stendur tryggur har.
Undan sjálvari parceremoniini tjekkar ein fyrrverandi luttakari inn aftur, og tað spælir eisini nógv inn, hvussu menninir stilla seg.
Tá avtornar standa tveir mans aftanfyri Teresu. Oskar og Viktor. Annar má út, og tað er eitt val, sum Teresa Ovenberg skal taka.
Teresa Ovenberg við tveimum aftanfyri seg. Karl Weihe er tryggur og kann eygleiða spentu støðuna (Mynd: Viaplay)
- Tað er ikki serliga feitt. So veit eg, at eg skal blaka ein av teimum heim og sløkkja teirra dreym ella ævintýr og tað er ikki stuttligt, segði Teresa Ovenberg áðrenn hon tók avgerina.
Tað er Viktor, sum sleppur við skrekkinum, og við honum sigur Teresa Ovenberg seg ætla at byggja nakað upp.
Paradise Hotel er komið knapt í helvt. Hetta var 20 partur av tilsamans 43, so spenningurin og dramatikkurin fer at økjast sum næstu vikurnar ganga.
Danska realityrøðin sæst á Viaplay og nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald