Eftir fýra útseldar konsertir á Maggies í Nólsoy, kemur Terji Rasmussen nú til Havnar at hava konsert.
Talan verður um eina øðrvísi konsert, tí umframt at tað eru ár og dagar ímillum, at Terji spælir live í høvuðsstaðnum, verður eisini talan um eina hugnaliga café-konsert á Essabarr – fyrr Café Natúr.
Terji Rasmussen og Kim Hansen fara at spæla sangir hjá Terja, sum eru útkomnir millum ár og dag. Terji hevur útgivið tónleik sum solistur og eitt nú í bólkum sum Føstufressar, Frændur, Moirae og Eyðun & Terji. Hetta kvøldið fer Terji at siga onkrar søgur og spæla kendar sangir – og hann leitar eisini onkran meira sjáldsaman sang fram til høvið, skrivar Essabarr í tíðindaskrivi.
Konsertin við Terja Rasmussen verður á Essabarr týskvøldið 15. juni klokkan 20. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á heimsíðuni atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald