Mentan

Terji Rasmussen við nýggjum sangi og konsertferð

Í vikunu gav Terji Rasmussen út sangin "Ophelia", og í vár fer hann at hava tríggjar konsertir á Tvøroyri, í Klaksvík og í Havn

2025-01-26 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár bjóðar Terji Rasmussen fólk á konsert í Salt á Tvøroyri, Varpinum í Klaksvík og OY í Havn. Konsertirnar verða ávikavist 24. mai, 30. mai og 7. juni.

Terji og hansara manning fara umframt at spæla løg frá hansara longu yrkisleið úr farnu øld, eisini at spæla løgini, ið eru úkomin í 20unum.

Tað er ikki ofta vit hava hoyrt Terja við orkestri spæla undir egnum navni. Tí kann væntast ein breið vifta av sangum umboðandi eitt heilt ættarlið.

Flestu okkara munnu kenna Reynafrensin í Føstufressa høpi, saman við Frændum, Moirae og eisini saman við Eyðun Nolsøe og Kim Hansen. Terji hevur seinnu mongu árini verið maðurin aftan fyri konsertstaðið Maggies í Nólsoy. Samstundis hevur hann havt eitt studio, har fleiri útgávur eru gjørdar; teirra millum hansara egnu sangir.

Í 2020unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og á sosialum miðlum. Terji er somuleiðis aktuellur við nýggjum lagið, ið kallast “Ophelia”. Lagið kann hoyrast niðanfyri:

Júst somu tónleikarar, sum hava spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja, verða eisini við honum á konsertferðini. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður Josva Debes við á trummum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Kim Hansen á klaverinum, og Fríði Bjørgvin – sonur Terja – á elektriska guitarinum. Ljóðinum stendur Jónas Bloch Danielsen fyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder