Innanlands

Ternan fer at sigla pendulfart um Skopunarfjørð

Hasfjord, sum skuldi røkja farmasiglingina á sandoyarleiðini meðan Teistin fer í dokk, liggur við tekniskum breki

Ternan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ternan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-04-14 09:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teistin fer í dokk mikudagin 19. apríl, og tá verður neyðugt hjá Strandferðsluni at gera broytingar á fleiri leiðum.

Ternan fer at røkja siglingina á sandoyarleiðini, og eftir ætlan verður tað við pendulfarti frá morgni til áleið midnátt. Orsøkin er tann, at Hasfjord, ið skuldi røkja alla farmasigling á sandoyarleiðini í hesum tíðarskeiði, liggur við tekniskum breki og óvist er, nær hann kann byrja aftur í sigling, sigur Strandferðslan.

Erla Kongsdóttir fer at røkja siglingina á nólsoyar- og hestleiðini, og sostatt verða broytingar í ferðaætlanini á hesum báðum leiðum. Sam, ið annars siglur á kalsoyarleiðini, fer at sigla farmasigling á nólsoyarleiðini hvønn hósdag. 

Eftir tørvi verður neyðugt at fremja aðrar tillagingar á hesum leiðum; eitt nú er neyðugt at tryggja farmaflutningin út í Hest, somuleiðis sum tað eisini er neyðugt at føra ruskbingjur v.m út og úr oynni. 

Árini frammanundan, tá Teistin hevur verið í dokk, hevur Hasfjord tryggjað allan farmaflutning og flutning av vandamiklum góðsi til og úr Sandoynni. Hetta fer ikki at bera til, nú Hasfjord liggur við tekniskum breki, og tí má Ternan einsamøll taka sær av ferðafólka- og farmaflutningi. Ternan tekur 12 persónsbilar og 2 stórar bilar.

Tillagaðu ferðaætlaninar verða tøkar á ssl.fo í morgin, fríggjadag 14. apríl. 

Teistin siglur fram til middags mikudagin 19. apríl og fer síðani í dokk. Ternan siglur báðar teir fyrstu morguntúrarnar og farmatúrin á nólsoyarleiðini og fer síðani á sandoyarleiðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder