Innanlands

Ternan sigldi á bát

Tvey ung fólk fingu ein skelk tá Ternan sunnudagin seinnapartin rendi á stuttleikabátin, tey vóru í

(Mynd: Jan Hammer Egholm / Dagur & vika)

(Mynd: Jan Hammer Egholm / Dagur & vika)

2019-06-28 06:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í góðveðrinum um 17 tíðina seinnapartin sunnudagin rendi Ternan á ein stuttleikabát í Nólsoy. Av brúnni bleiv tó ikki gjørt nógv hóvasták burturúr hesum, og Ternan fór beina kós til Havnar aftur.

Hendan dagin vóru 21 ára gamli Uni Herason Petersen og unnusta hansara í bygdini ein túr við stuttleikabátinum Herason.

Tað greiddi Uni Herason Petersen og pápi hansara Heri Petersen frá í Degi & viku í gjárkvøldið.

Nógvir bátar vóru í Nólsoy hendan dagin, og tí løgdu tey at við flakavirkið, nærhendis har sum Ternan leggur at.

Tá tey skulu til at sleppa sær avstað aftur kemur Ternan til Nólsoyar. Hon kom, sambært Una Herason Petersen, við nógvari ferð og stevndi móti stuttleikabátinum. Lítla løtu seinni bar Ternan við stuttleikabátin, og skelkaði lupu tey bæði í land.

Uni ringdi beinanvegin til skiparan, men hann segði seg ikki vita at nakar samanstoytur hevði verið. Skiparin vildi heldur ikki trúgva honum, sigur Uni Herason Petersen.

- Eg var fullstendiga í sjokk, tí eg helt at báturin fór í knús, sigur Uni Herason Petersen við Dag & viku.

Hendingin varð meldað til løgregluna sum stóð á keiini og tók ímóti Ternuni, tá hon kom aftur til Havnar hetta kvøldið. Skiparin blásti í alkometur, men har var einki at síggja. Løgreglan ger ikki meira við málið, sigur Kringvarpið.

Nú verður bíðað eftir einari frágreiðing, sum Sjóvinnustýrið hevur biðið um frá Ternuni.

Sí alt innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder