
- Í meðan Teistin er í dokk frá 1. mai og umleið tríggjar vikur fram, røkir Ternan siglingina á Sandoyarleiðini eftir broyttari ferðaætlan. Hasfjord skuldi eftir ætlan sigla á Sandoyarleiðini saman við Ternuni, men seinastu vikurnar hevur Hasfjord havt tekniskt brek á krumtapsakslinum og siglir tí ikki í løtuni.
Hesum boðar Strandferðslan frá í dag. Hetta ávirkar fleiri leiðir, og mest eyðsæð er, at Erla Kongsdóttir røkir Nólsoyarleiðina, ímeðan Ternan er á Sandoyarleiðini.
Teistin tekur 34 persónbilar, ímeðan Ternan tekur 23 persónbilar ella 8-12 persónbilar, tengt at bilastødd, og 2 stórar bilar (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Hesar báðar ferjurnar røkja Hestleiðina, og Kalsoyarleiðin, Nólsoyarleiðin og Sandoyarleiðin hava skerdar ferðaætlanir, ímeðan Teistin er í dokk.
Ternan tekur væl færri bilar enn Teistin:
- Bílegging av plássi á dekkinum á Ternuni er avmarkað í mun til á Teistanum. Teistin tekur 34 persónbilar, ímeðan Ternan tekur 23 persónbilar ella 8-12 persónbilar, tengt at bilastødd, og 2 stórar bilar. Nú ið Hasfjord ikki siglir, mugu ferðafólk rokna við rímiliga stórum trýsti á farleiðini hesar dagarnar.
Hasfjord er eins og fleiri skip hjá SSL eitt gamalt skip við ellisbrekum. Tað er hartil sera trupult at útvega eykalutir til gomlu skipini. Eykalutir og útlendsk arbeiðsfólk eru komin til landið at royna at umvæla brekið. Eydnast umvælingin, fer Hasfjord í sigling so skjótt, sum hann er klárur.
Øll kunning - millum annað broyttu ferðaætlanirnar - síggjast á ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald