Uttanlands

Tesla skal rinda 1,5 milliardir krónur eftir ferðsluvanlukku

Eitt nevningating í Florida hevur avgørt, at Tesla hevði ábrygdina fyri eina ferðsluvanlukku í 2019

Elon Musk, stjóri í Tesla sigur, at dómurin verður kærdur (Mynd: EPA)

Elon Musk, stjóri í Tesla sigur, at dómurin verður kærdur (Mynd: EPA)

2025-08-02 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tesla hevði ábyrgdina av einari ferðsluvanlukku við einum Tesla-bili í 2019, har ein kvinna lat lív, og ein maður varð álvarsliga løstaður.

Tað hevur eitt nevningating í amerikanska statinum Florida avgjørt.

Vanlukkan hendi, meðan bilurin koyrdi á autopilot.

Tesla skal rinda 243 milliónir dollarar - yvir 1,5 milliardir krónur - í sekt og endurgjaldi, harav eitt størri gjald til familjuna hjá kvinnuni, sum lat lív. 

Stjórin í Tesla, Elon Musk sigur, at fyritøkan fer at kæra dómin, skrivar Ritzau.

Nevningatingið vísti í avgerð sínari á, at sjálvstýrandi funkan í bilinum, ikki riggaði, og at førarin í bilinum tí ikki hevur alla ábýrgdina, hóast viðkomandi viðgekk at hava verið órógvaður av sínari fartelefon.

Nevningatingið hevur avgjørt, at Tesla hevði 33 prosent av ábyrgdini fyri vanlukkuni, og at førarin hevði skyldina fyri restina. Hann hevur áður gjørt avtalu við familjuna um eina óupplýsta upphædd.

Tesla roynir í hesum døgum at sannføra amerikanarar um, at bilar teirra trygt kunnu koyra uttan førara, og ætlanin er at seta inn sjálvkoyrandi hýruvognar í fleiri býum komandi mánaðirnar.

Amerikanskir myndugleikar hava áður kannað autopilot-funkuna í bilum hjá Tesla í sambandi við fleiri ferðsluvanlukkur, og tá varð niðurstøðan, at skipanir í yvir tvær milliónir bilum skuldu dagførast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder