Innanlands

Tey fáa eina løtu afturat

Klokkan 17:35 er ætlanin, at nevndarbýtið er liðugt, sigur tingforkvinnan

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna (Mynd: Sverri Egholm)

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tingfundurin var enn einaferð niðurlagdur nú klokkan var farin nakað av fimm, men nú byrjar at nærkast endanum, ljóðar úr løgtinginum.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, segði at tingfólkini fáa eina løtu afturat, men klokkan 17:35 verður tingfundurin uppaftur tiikin, og tá er ætlanin, at nevndarbýtið er liðugt.

Talan er um 45 nevndarsessir í sjey nevndum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder