Verður úrslitið av løgtingsvalinum nøkulunda tað, sum dagsins veljarakanning frá Spyr.fo vísir, og sum Blaðið Vikuskifti kunnger í dag, so er tað heilt vist, at tað verður fríggjað til Aksel V. Johannesen frá øllum síðum.
Kanningin vísir nevniliga, at Javnaðarflokkurin verður størstur samstundis sum tað eru nógv flest veljarar, ið ynskja sær formann Javnaðarfloksins til løgmann.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanningina fyri Blaðið Vikuskifti hósdagin varð eisini settur ein spurningur um, hvønn flokk hin spurdi helst sá ‘sín flokk’ fara í samgongu við eftir løgtingsvalið.
Og her er Javnaðarflokkurin nógv tann best umtókti.
Hyggja vit til dømis eftir veljarunum hjá Sambandsflokkinum, sum hevur løgmann í løtuni, so eru tað heili 74 prosent – tríggir út av fýra, næstan – sum peika á Javnaðarflokkin. 24 prosent peika á Framsókn. Hetta eru báðir flokkar, sum eru í andstøðu við Sambandsflokkin í løtuni.
Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald