Ein lítil meiriluti av Føroya fólki er samdur við landsstýrið í at skeinki- og dansistøð skulu lata aftur fyrr enn vanligt, meðan landið framhaldandi er í onkrum slag av undantaksstøðu orsakað av koronasmittuni.
Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin vórðu tey spurdu biðin um at taka støðu til hesa útsøgnina: ”Skeinki- og dansistøð skulu framhaldandi lata aftur fyrr enn vanligt”.
53,2 prosent siga seg vera samd í hesi útsøgn, meðan 40,6 prosent eru ósamd.
Men tá hugt verður eftir aldursbýtinum, so er størst semja millum tey eldru, meðan tey yngru eru ósamd.
Í unga aldursbólkinum, 18 til 29 ár, eru næstan 60 prosent, sum eru ósamd við at skeinkistøðini skulu lata fyrr aftur um náttina. Hinvegin eru tað tveir triðingar av teimum gomlu – 60 til 80 ár – sum eru samd í hesum.
Tølini býtt á aldursbólkar síggjast á talvuni herundir. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.
Veljarakanningin hjá Spyr.fo varð gjørd fríggjakvøldið 29. mai. Hon byggir á 500 svar.
Løgmaður boðaði í stíðstu viku frá, at landsstýrið nú fer at leita sær lógarheimild til at lata skeinki- og dansistøð aftur fyrr um náttina, tí tað vísir seg, at hesi ikki hava hildið tilmælið um at steingja klokkan 22. Á tíðindafundinum í síðstu viku kom tó ikki fram, hvørja tíð at kvøldinum/náttini, myndugleikarnir ynskja skeinki- og dansistøðini stongd.
Heilsumyndugleikarnir hava – sambært løgmanni – staðiliga heitt á landsstýrið um at fáa hetta framt, tí júst barrir og diskotek verða mett at vera stórir smittuspjaðarar, har tað nærum ikki er møguligt at uppskora smittukelduna.
Uppskotið hjá landsstýrinum verður ætlandi lagt fyri løgtingið í hesi vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald