Innanlands

Tey flestu vilja sleppa at velja av nýggjum

Kanning: Næstan 55 prosent av veljarunum halda, at løgmaður skal skriva út løgtingsval nú

Valstaðið í Havn á seinasta løgtingsvali (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Valstaðið í Havn á seinasta løgtingsvali (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-28 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein stórur meiriluti av føroysku veljarunum vil fegin sjálvur sleppa at gera sína ávirkan galdandi og velja nýggj umboð í løgtingið nú.

54,4 prosent av veljarunum halda, at Aksel V. Johannessen, løgmaður, skal skriva út løgtingsval nú.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 54,4 prosent er rættiliga væl meira enn til seinastu kanningina hjá Spyr.fo.

Seinasta veljarakanningin varð gjørt beint undan jólum, men tá hildu bara 40,6 prosent, at løgmaður skal skriva út løgtingsval nú.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fríggjadagin, eru 33,2 prosent, sum ikki halda at løgtingsval skal vera nú, meðan 12,4 prosent ikki hava nakra støðu til spurningin.

Tað er so at siga bara veljara hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum halda, at løgmaður skal bíða við at skriva val út.

Veljararnir hjá øllum andstøðuflokkunum halda, at val skal vera nú. 91 prosent av veljarunum hjá Sjálvstýri, 90 prosent av veljarunum hjá Fólkaflokkinum, 81 prosent hjá Sambandsflokkinum og 61 prosent hjá Miðflokkinum halda, at val skal skrivast út nú.

Eisini heilt stórur partur av veljarunum hjá tí triðja samgonguflokkinum, Framsókn, ynskja val. Upp á spurningin ”Heldur tú, at løgmaður skal útskriva løgtingsval nú?”, svaraðu 49 prosent av veljarum Framsókns ja.

Hinvegin vóru tað bara 17 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum og 13 prosent av tjóðveldis, sum svaraðu ja upp á henda spurningin.

500 fólk vórðu spurd í kanningini. Sigast skal, at óvissan er millum 0,87 og 4,34 prosentstig.

Seinni í dag hava vit meira frá veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder