Víðgongdi høgraflokkurin, AfD, er nú størsti flokkurin í týska statinum Thüringen, og næststørsti flokkurin í Sachsen. Hetta er fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga, at ein víðgongdur høgraflokkur vinnur eitt lokalval í Týsklandi.
AfD, Alternative für Deutschland, vann 32,8 prosent av atkvøðunum í Thüringen, sammett við 23,4 á valinum í 2019. CDU gjørdist næststørstur við 23,6 prosentum av atkvøðunum.
Tað var val til landspartatingini í statunum Thüringen og Sachsen í fyrrverandi Eysturtýsklandi sunnudagin. Hóast valsigurin, sær tað ikki út til, at AfD tó fær stjórnarvaldið í hesum landslutunum.
Í Sachsen fekk CDU 31,9 prosent av atkvøðunum, meðan AfD fekk 30,6 prosent.
Samgongan kring vinstrapolitikaran, Sahra Wagenknecht, BSW, sær út til at gerast triðstørst bæði í Thüringen og Sachsen.
Vinstrapopulistiski BSW krevur, eins og AfD, strangari eftirlit við tilflytingini til landið, og heldur, at Týskland skal gevast við at hjálpa Ukraina við vápnum.
Roknað verður nú við, at tað verða kristdemokratarnir, sum fáa til uppgávu at skipa landspartastjórnir í statunum, og at teir helst fara í samgongu við BSW
Allir flokkar, eisini BSW, hava sagt, at teir ikki eru sinnaðir í at fara í samgongu við AfD.
Fyri stjórnina í Berlin og fyri Olaf Scholz, samveldiskanslara, gjørdist úrslitið sunnudagin syndarligt. Sosialdemokratiski flokkur hansara megnaði júst at koma upp um tinggáttina á fimm prosent, men tað megnaði liberali FDP ikki.
Tey grønu fáa eftir øllum at døma umboðan í Sachsen, men ikki í Thüringen.
Sambært eini veljarakanning hjá útvarpsstøðini ARD, svaraðu yvir helmingurin av veljaranum, at tey ynsktu at revsa stjórnina í Berlin á valinum sunnudagin. Bert 17 prosent av veljarunum siga seg vera nøgd við Scholz sum samveldiskanslara.
Nú byrja sosialdemokratar at ivast í, um tað er ráðiligt at stilla upp við Scholz sum kanslaravalevni, tá veljast skal til samveldisdagin um eitt ár. Avgerandi fyri hetta verður landspartavalið í Brandenburg, sum verður hildið um nakrar vikur, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters sum keldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald