Komandi vikurnar fara ungdómar at seta sín dám á Tórshavnar kommunu við penslum, hakum og øðrum amboðum.
Mánamorgunin fóru teir fyrstu unglingarnir til arbeiðis, nú Ung í arbeiði aftur er á skrá í høvuðsstaðarkommununi. Nøkur fóru út á stovnar, og onnur fóru út við bólkaleiðarum til ymisk arbeiði.
So við og við fara teirra avrik at síggjast aftur kring kommununa, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Ung í arbeiði bjóðar á hvørjum ári ungdómi í Tórshavnar kommunu arbeiði í summarfrítíðini. Tilboðið er galdandi fyri ung millum 14 og 16 ár. Tey ungu sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør, átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 08.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin komin at enda.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi. Ungdómurin lúkar, sópar gøtur, málar, ruddar og fær annars ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á skaftið. Ofta verður arbeiðið gjørt eftir ráðum frá borgarum, sum síggja eitthvørt, ið krevur eina bøtandi hond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald