11 av teimum 12 fótbóltsdreingjunum, ið vórðu bjargaðir úr einum helli í Thailandi, har teir vórðu fangaðir í fleiri vikur, eru nú komnir heim aftur.
Í seinastuni hava teir verið millum munkar í einum buddhistiskum templi í Mae Sai-økinum í Norðurthailandi.
Dreingirnir vóru í templinum sum munkaevnir, munkar í læru.
Upplivingin skuldi vera eitt slag av andaligari reinsan fyri teir, og sambært BBC gjørdu teir tað til minnis um kavaran, Saman Kunan, ið lat lív undir bjargingarroyndunum.
Ein av dreingunum er kristin og var tí ikki við í templinum. Í staðin var kristni fótbóltsdrongurin í einari lokalari kirkju, har hann luttók í einum siðahaldi.
25 ára gamli venjarin hjá dreingunum var eisini við í templinum, men hann var munkaevni framanundan og verður verandi í templinum tríggjar mánaðar afturat.
11 dreingirnir vóru í templinum í níggju dagar, ið er siður, tá menn í Thailandi hava upplivað mótgang í lívinum.
Í Templinum mediteraðu dreingirnir, bóðu bønir, og vaskaðu í templinum. Eisini fingu teir vælsignilsi frá munkunum, áðrenn teir fóru heim aftur til familju og vinfólk.
Áðrenn teir fóru, bóðu teir samstundis um loyvi til at sleppa úr templinum, og søgdu: "Nú eri eg eitt vanligt menniskja".
Dreingirnar eru allir millum 11 og 17 ár. 23. juni vóru dreingirnir og venjarin farnir inn í eitt helli eftir at monsunregnið fór at herja. Men nógva vatnið stongdi inngongdina, og vórðu teir tí fangaðir. Ikki fyrrenn níggju dagar seinni vórðu teir funnir av tveimum bretskum kavarum. Teir kláraðu seg við at drekka regnvatn, ið dryppaði niður í hellið, og so mediteraðu teir saman fyri at spara uppá luftina í hellinum, skrivar TV2.
Miðlar kring heimin fylgdu við bjargingararbeiðnum. Dreingirnir vórðu innlagdir á sjúkrahús, men vórðu útskrivaðir eina viku áðrenn teir fóru í templið.
Thailendsku myndugleikarnir hava biðið miðlarnar um at geva dreingunum frið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald