Innanlands

The Black Strat hjá David Gilmour fór fyri 26 milliónir krónur

Oddamaðurin í Pink Floyd seldi 120 av sínum gittarum til vælgerandi endamál

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-22 11:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins dýrasti gittari nakrantíð er seldur á uppboði fyri knappar fýra milliónir dollarar.

Talan er um legendariska gittaran ”The Black Strat”, ein svartur Fender Stratocaster frá 1969. Seinasti eigarin av gittarinum er sjálvasti David Gilmour úr bólkinum Pink Floyd, sum hevur brúkt gittaran til fleiri av kendastu innspælingunum hjá bólkinum, eitt nú ”The Dark Side of the Moon”, ”Wish You Were Here” og ”The Wall”.

Gittarin varð seldur á uppboðssølu, har 119 aðrir gittarar úr privata savninum hjá David Gilmour eisini fóru undir hamaran. ”The Black Strat” fór fyri 3,975 milliónir dollarar – góðar 26 milliónir krónur.

Tað var Christie’s í New York, sum seldi. Talan var um størsta savn av gittarum, sum nakrantíð varð selt á uppboðssølu.

[object Object]
David Gilmour (Mynd: visualhunt.com)

Tilsamans fór savnið fyri 21,5 milliónir dollarar – 142 milliónir krónarar – og David Gilmour hevur boðað frá, at yvirskotið av søluni skal fara til góðgerandi endamál, skrivar Bloomberg.

- Fleiri av gittarunum hava givið mær eitt serligt ljóð. Tú kanst siga, at teir harvið hava tænt sínum endamáli. Gittararnir hava givið mær so nógv, at stundin er komin til, at teir koma víðari til onkran, sum vónandi finnur gleði í teimum – og kanska kunnu skapa okkurt nýtt við teimum, segði David Gilmour í síðstu viku við Christie.

Sølan av ”The Black Strat” setti met sum dýrasti gittari, sum nakrantíð er seldur á uppboðssølu. Frammanundan var metið ein Fender Stratocaster, sum í 2004 varð seldur fyri at savna pening til offrini frá flóðalduni. 19 tónleikarar høvdu sett sín autograf á gittaran, teirra millum Sting, Paul McCartney og Eric Clapton.

David Gilmour gjørdist partur av Pink Floyd í 1968 – seks ár eftir at bólkurin byrjaði. Her spældi hann gittara, og miðskeiðis í áttati árunum gjørdist hann leiðari fyri bólkin, tá Roger Waters fór burturúr. Pink Floyd er eitt av teimum orkestrunum, sum hava havt størstu viðgongdina nakrantíð. ”The Dark Side of the Moon” varð selt í meira enn 44 milliónum eintøkum. Tilsamans hevur bólkurin selt yvir 75 milliónir plátur/fløgur.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder