Í sambandi við, at ein av teimum allarbestu Beatles-fagnaðarbólkunum yvirhøvur, The Brouci Band úr Kekkia, hevur konsert og spælir til dans í Dansifrøi leygarkvøldið tann 21. september, fer okkara egni Sonne Smith at ”leggja plátur á”.
Tá ið Sonne var DJ í Útvarpi Føroya og í Diskotekklubbanum í Havn í síni tíð, legði hann plátur á við tí nú so legendariska 70’ara tónleikinum, men hann hevði eisini gott innlit í musikkin, sum øll lurtaðu eftir í tí bestu Beatles-tíðini – í 60’unum, og nettupp hesin glaði, swingandi rock’n’roll-musikkurin var støðið undir avrikunum hjá heimsins mætasta bólki, The Beatles!
Hetta verður tað, sum Sonne Smith spælir í Dansifrøi ímillum framførslurnar hjá The Brouci Band, og hetta ”tað” er The Rolling Stones, Elvis Presley, Chuck Berry, Fats Domino, The Shadows, Creedence Clearwater Revival og ... ja, hann er ikki liðugur enn at velja alt tað, sum hann fer at spæla fyri teimum væl uppløgdu gestunum í Dansifrøi leygarkvøldið, 21. september.
Brouci Band - The Beatles Tribute koma longu til Føroyar hósdagin. Hetta sjálvt um teir eru sera nógv eftirspurdir kring alt Evropa. Teir leggja dent á at lýsa ymisk tíðarskeið hjá Beatlunum.
Ljóðmyndina fara vit eisini at kenna aftur, tí instrumentini teir nýta, eru m.a. Høfner violinbassur, Ludvig trummusett, Rickenbacker guitarar og VOX forsterkarar. Somuleiðis fara vit eisini at síggja teir spæla í eyðkendum Beatles búnum.
Áhugin fyri Beatles kvøldinum er sera stórur og væntandi verða atgongumerki einans seld í forsølu og ikki við dyrnar.
Herundir ber til at hoyra, hvussu The Brouci Band ljóða live:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald