Lena Anderssen liggur sjúk, og varð langafríggjadag noydd at geva avboð til konsertirnar á HeiMA páskaaftan. Í hennara pláss kemur «The Early House», við Ragnar Finsson og Joel Andersson.
Ragnar Finsson er í løtuni í Føroyum við “The Early House”, og teir spæla lívligan írskan fólkatónleik. Teir bjóða øllum vælkomnum til tað teir kalla «feitan tónleik og ósannar søgur».
“The Early House” er ein bólkur sum hevur írskar, føroyskar og svenskar røtur, og teir spæla traditionellan írskan tónleik.
Manningin á ferðini hjá teimum í Føroyum um páskirnar eru Joel Andersson og Ragnar Finsson.
Joel Andersson er úr Svøríki, og varð kosin 3. besti munnharpuspælari í størstu tónleikakappingini í Írlandi, og endaði sum nummar 2 í Hohner heimsmeistarakappingini í Týsklandi. Har kappaðist hann við hundraðtals aðrar munnharpuspælarar.
Ragnar Finsson er føroyingur,og her kenna vit hann frá fleiri samanhangum, og hann hevur spælt saman við fleiri føroyskum tónleikarum. Hann spældi eisini á fyrstu HeiMA-festivalinum í 2016. Hann lesur í løtuni folk- and world music í Svøríki og er nýggjasti limur í «The Early House.»
Teir hava sagt ja at traðka til, nú Lena Anderssen noyddist at geva avboð. Hon sigur at tað verður feitt at fáa Ragnar og Joel sum avloysarar.
Hon er kedd av at hon noyddist at geva avboð, og sigur samstundis at hetta kom illa við hjá henni, tí hon skal spæla fleiri konsertir bæði í Føroyum og í Danmark í komandi viku. Vónandi kann friður um páskirnar fáa hana á føtur aftur til komandi konsertirnar.
- Eg eri hørm um støðuna men takksom og glað at Ragnar Finson og Joel kunnu spæla í staðin. Tit kunnu gleða tykkum, sigur Lena Anderssen, ið vónar at hon kann koma at spæla á HeiMA eina aðru ferð.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald