Innanlands

Thetis ársins vinnuátak og Formula kosið ársins virki

Á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag fingu Thetis og Formula serstakan heiður

(Mynd: Jan Müller)

(Mynd: Jan Müller)

2021-10-01 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KT-fyritøkan Formula var í dag kosið ársins virki á vinnudegnum, sum Vinnuhúsið árliga skipar fyri í Norðurlandahúsinum.

- Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt P/F Formula sum Ársins Virki 2021, stendur millum annað í grundgevingini frá dómsnevndini.

Formula er ein av størstu KT-fyritøkunum í Føroyum við knapt 100 starvsfólkum, sum starvast ymsastaðni í Føroyum og í Danmark.

Eisini var ársins vinnuátak kosið, og dómsnevndin hevur valt koronukanningarnar hjá kanningarstovuni Thetis. Fyritøkan gjørdist veruliga kend millum manna tá covid-19 veruliga tók seg upp í 2020.

- Dómsnevndin hevur í sínum vali av Vinnuátakinum 2021 lagt dent á tann samfelagsliga og vinnuliga týdning, sum økti testkapasiteturin og óvanliga skjótu svartíðirnar hava havt við sær. Tað hevur havt ein avgerandi leiklut fyri, at vit hava kunnað fingið ein so vanligan gerandisdag, sum vit hóast alt hava havt í Føroyum í hesi óvanligu støðu. Serliga í tíðini, meðan vit bíðaðu eftir koppsetingarevni úr útlandinum. Fyri útflutningsvinnuna hevur tað verið altavgerandi, at fyritøkan hevur kunnað komið út til fyritøkurnar og gjørt regluligar kanningar av starvsfólkunum, so framleiðslan og útflutningurin vórðu órógvað minst møguligt, stendur í grundgevingini.

Umframt hetta varð serlig viðurkenning kosin til Debes Christiansen á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Debes arbeiddi saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nátt og dag at greina kanningar, og var arbeiði teirra eitt av týdningarmiklastu stigunum í bardaganum móti koronafarsáttini her á landi. Henda eldhuga og hetta nærlagni hevur dómsnevndin valt at heiðra við einari serstakari viðurkenning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder