Leygarkvøldið 16. september verður Salt á Tvøroyri karmur um eitt stórfingið konsert/dansikvøld, har nakrir av okkara fremstu sangarum, saman við einum topp klassa húsaokestri fara at spæla løg hjá Kim Larsen.
Teir, sum syngja eru Ingi Poulsen, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson og Ólavur av Váli.
Húsaorkestrið er Høgni Fagraberg (gittar), John Johansen (bass), Magni Husgaard (tangentar), og Henning Hjalt Nicodemussen (trummur). Eisini verður DJ Cool (Martin Kjærbo) við.
Eitt gott høvið hjá suðuroyingum at hittast til hugna og góðan tónleik, og upplagt hjá fólki norðanfjørðs at koma suður ein túr at uppliva bæði hetta, og alt annað oyggin hevur at bjóða.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald