Innanlands

Thyra Frank á Føroyavitjan hesa vikuna

Danski ráðharrin við eldramálum vil kunna seg um føroyskan eldrapolitikk

Thyra Frank (Mynd: EPA)

Thyra Frank (Mynd: EPA)

2019-02-04 09:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin, týsdag, kemur danski ráðharrin Thyra Frank at vitja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum. Thyra Frank, sum er danskur eldraráðharri, vil fegin kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður.

Meðan Thyra Frank er í Føroyum, fer hon fyrst at vitja Kommunufelagið, har stjórin fer at greiða frá um eldraøkið í Føroyum. Hon fer eisini at vitja fleiri kommunur: Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu.

Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.

Vitjanin hjá Thyru Frank varir til hósdagin, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder