Innanlands

Thyra Frank gestur hjá Tórshavnar kommunu

Heilsu- og umsorganartænastan í kommununi hevði framløgu fyri danska ráðharranum í eldramálum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-07 16:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski ráðharrin í eldramálum, Thyra Frank, var í morgun gestur hjá Tórshavnar kommunu. Á fundi í Tilhaldinum beyð Annika Olsen, borgarstjóri, vælkomin, og Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri, hevði framløgu um eldrapolitikkin í Tórshavnar kommunu.

Thyra Frank hevði við sær nøkur embætisfólk, til steðar vóru eisini Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðharri, við embætisfólki, umframt ríkisumboðið Lene Moyell, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder