So eru vit aftur har. Tímajáttanin til skúlarnar er komin, og leiðslur hava sent lýsingar eftir starvsfólkum út. Í ár er tímajáttanin komin serliga seint, so leiðslur hava ikki eins góða tíð til setanir sum vanligt, og tað svíða tey, sum søkja lærarastørv, eisini fyri. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar
- Hetta er tann tíðin á árinum, har lærarar í tíðaravmakaðum starvi skulu vigast. Onkur verður vigaður og funnin ov lættur, ímeðan tað gongur lagaligari hjá onkrum øðrum. Fyri meg sum starvsfelaga og sum nevndarlim Føroya Lærarafelags er hetta altíð ein tung tíð.
Soleiðis skrivar Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá SKúlablaðnum, nú tímajáttanin til skúlarnar er komin og leiðslur hava sent lýsingar eftir starvsfólkum út. Jon skrivar at tímajáttanin í ár kom serliga seint, og at leiðslurnar ikki hava eins góða tíð til setanir sum vanligt. Og tað svíða tey, sum søkja lærarastørv fyri.
Jona heldur, at tað ikki kann vera rætt, at lærarar, ið hava starvast í einum skúla í fleiri ár, á hvørjum ári skulu kenna seg ótryggan og ikki vita, hvørt tey hava starv eftir summarsteðgin ella ikki, og um lønarinntøkan steðgar 31. juli ella ikki.
- Vit fara altíð at hava tíðaravmarkað størv í skúlunum, orsakað av tíma- ella næmingareguleringum, farloyvum o.ø. Hesi størv mugu skipast soleiðis, at lærarar í hesum størvum ikki áhaldandi arbeiða undir treytunum av royndartíð. Tá tú søkir títt egna starv á hvørjum ári, so er hvørt arbeiðsár at meta við royndartíð. Tað er púra óvanligt og ómenniskjaligt at hava fólk í starvi upp á royndartíð í áravís, skrivar Jona Højsted.
Nevndarlimurin heldur, at leiðslur eiga at lata lærarar vita, um teirra arbeiði livir upp til tær væntanir leiðslan hevur av arbeiðsuppgávunum, og um onkur arbeiðsuppgáva ikki er loyst nøktandi, eigur lærarin at fáa boð frá leiðsluni um hetta, soleiðis at lærarin hevur møguleika at læra av hesum, og at fáa sær teir førleikar, ið krevjast fyri at loysa uppgávurnar nøktandi.
- Í heyst verða samráðingar. Tá mugu vit fáa eina loysn á hesi ótolandi støðuni hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Vit kunnu ikki liva við, at vit hava útbúgvin, dugnalig fólk, sum arbeiða undir so ótryggum viðurskiftum, skrivar Jona Højsted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald