
Sambært tølunum í gjár, eru 574 fólk smittað við koronu í løtuni - útfrá tølunum seinastu tríggjar dagarnar, og hvussu Omikorn-frábrigdi tykist at vera, er sannlíkt, at hetta talið er hægri nú.
Positivprosentið hevur eisini verið heldur høgt seinastu dagarnar - var næstan fýra og eitt hálvt fyri kanningarnar týsdagin - men í løtuni eru tvey innløgd á koronudeildini, og hetta er als ikki nakað høgt tal. Sama er galdandi við smittaðum starvsfólki í sjúkrahúsverkinum. Hetta talið var í gjár átta útav áleið 1.000 starvsfólkum útav áleið 1.000 starvsfólkum í verkinum - tvífalt so nógv eru í sóttarhaldi, orsakað av smittu í familjuni o.s.fr.
Hesi tølini vísti Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, á í samrøðu við Kringvarpið í gjár. Har staðfesti hann, at tamarhald er á koronastøðuni í føroyska sjúkrahúsverkið í løtuni. Tað er, um starvsfólk fara at mangla, millum annað vegna koronusmittu og sóttarhald, at trýst kann koma á. Nú smittutrýstið sum heild hevur verið størri í eina tíð, hevur Sjúkrahúsverkið ikki uppliva, at trýst er komið á tað í kjalarvørinum av høgum smittutølum. Hetta kann millum annað skyldast Omikron-frábrigdinum, ið tykist at geva milda sjúkugongd í allarfelstu førum.
Útfrá hesum, útfrá tølunum, útfrá tí, at landsmyndugleikin ikki hevur koyrt Føroyar í stig trý í ferðsljós, hóast miðalsmittutalið seinastu vikuna hevur verið hægri enn 75 og útfrá útsagnunum hjá løgmanni seinastu dagarnar, so kann tað ikki væntast, at stórvegis fleiri avmarkingar koma nú.
Les eisini:
Fyribils vera Føroyar verandi á gula stiginum
Bárður á Steig Nielsen: Man eigur at umhugsa koronupassið
- Í løtuni er tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt. Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum.
- Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í Delta frábrigdinum.
Hetta stóð millum annað í skrivinunum frá landstýrinum í gjár. Farsóttarnevndin hevur fund nú og viðger helst eisini koronupassið, ið hon trýsti nógv á fyri at fáa í gildi. Tá tað kom í gildi í Føroyum saman við ferðsluljósskipanini fyri sjey vikum síðani, var tað við støði í Delta frábrigdinum.
Tað er ógvuliga ivasamt, hvussu nógvan virknað koronapassið yvirhøvur hevur í sambandi við Omikron, millum annað tí at fesk tøl, millum annað føroysk, vísa, at koppsetingin ikki hjálpir nakað serligt í mun til frábrigdi. Landslæknin, sum ikki verður við á tíðindafundinum í dag, hevur áður váttað fyri Portalinum, at einki vísindaligt prógv er fyri, at passið minkar um smittutrýstið.
Tíðindafundurin í Kringvarpinum byrjar klokkan 15, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, luttaka. Vit fara at hava ymiskt tilfar frá honum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald