Innanlands

Tigandi umboðsráð um møblakeyp hjá stjóranum í Betri Trygging

Stjórin í Betri Trygging hevur keypt møblar fyri 265.000 krónur frá manni sínum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-19 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

265.000 krónur er tað, sum Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, hevur keypt møblar fyri frá manni sínum. Møblar til stjóraskrivstovuna og eina aðra skrivstovu.

Les eisini: Keypti møblar fyri fjórðingsmillión frá manninum - tryggingartakararnir rinda

Í umboðsráðnum sita 35 fólk, sum fáa samsýning, sum tryggingartakararnir rinda, tilsamans 144.000 samsýningarkrónur um mánaðin.

Men tey, sum sita í umboðsráðnum, og sum umboða borgararnar, sum hava sína trygging í Betri og eiga felagið, vísa seg at vera rættiliga kúrrur, og hava ikki vilja gjørt viðmerkingar Kringvarpið um málið.

[object Object]Jákup Egholm Hansen (Mynd: Betri)

Beint áðrenn tíðindasendingina á middegi fekk Kringvarpið tó loksins samband við Jákup Egholm Hansen, formann í Umboðsráðnum.

Hann vil ikki siga sína meining um málið, tí hann heldur ikki tað er relevant.

- Vit hava biðið móðurfelagsnevndina komið við eini frágreiðing um hvat hetta málið snýr seg um. Hetta er eitt mál, sum viðvíkur einum dóttirfelag, og umboðsráðið hevur einki við dóttirfeløgini at gera beinleiðis, sigur Jákup Egholm Hansen.

Hoyr samrøðuna við Jákup Egholm Hansen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder