Innanlands

Tíggju deyð í skottilburði í Avstralia

Tveir menn byrjaðu í morgun at lata skot av á storndini Bondi nærindis Sydney – Ein av monnunum er deyður, og hin er særdur

(Mynd: Reuters/Australian Broadcasting Corporation)

(Mynd: Reuters/Australian Broadcasting Corporation)

2025-12-14 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíggju fólk vórðu í morgun dripin í einum skottilburði á strondini Bondi nærindis avstralska stórbýnum Sydney, upplýsir avstralska løgreglan.

Í minsta lagi 11 fólk vórðu særd, harundir tvey løgreglufólk.

Millum tey deyðu er ein av álopsmonnunum. Hin álopsmaðurin er særdur og í varðhaldi hjá løgregluni, verður upplýst sambært Ritzau.

Avstralska løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá strondini. Sagt verður tó, at tað ikki er nøkur hóttan í løtuni, men løgregla og bjargingarfólk arbeiða framvegis í økinum.

Einki verður sagt um motivið, men sambært fleiri avstralskum miðlum, var eitt jødiskt Hanukkah-hátíðarhald á strondini í sama øki, sum skottilburðurin skal vera farin fram.

– Mínir tankar eru hjá øllum teimum, sum eru ávirkað av hesum, sigur avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese.

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog hevur eisini viðmerkt hendingina. Hann førdømir tað, sum hann kallar eitt "ræðuligt álop á jødar".

At talan var um eitt málrættað álop á jødar er tó ikki váttað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder