Tvær framsýningar við føroyskari list vera í norðurtýska býnum Flensburg í summar.
Stór framsýning við føroyskari samtíðarlist verður á listasavninum Museumsberg frá 23. juni og heilt fram til 20. oktober
Tað er stjórin á Museumsberg og Dr. í listfrøði, Michael Fuhr, sum hevur kuraterað framsýningina. Hann var í Føroyum eina viku í september í fjør og vitjaði atelier hjá nógvum listafólkum, Steinprent og Listasavn Føroya og valdi listafólk og listaverk.
Endin var, at hann bjóðaði hesum 8 listafólkunum at vera við: Annie Heinesen, Annika á Lofti, Astri Luihn, Brandur Patursson, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Randi Samsonsen og Tróndur Patursson.
Summi av listafólkunum eru boðin at hava eitt stórt verk við, meðan Astri Luihn, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen og Tróndur Patursson hava fingið hvør sín sal at sýna listaverkini í.
Samtíðarlistin úr Føroyum á Museumsberg í summar rúmar heilt ymiskar stílartir og listaúttrykk so sum videoprojeksjónir, foto, málningar, træskurðar, grafikk og rúminstallasjónir.
Tað er eitt veldigt herðaklapp til føroyska samtíðarlist, at eitt so stórt og týdningarmikið listasavn sum Museumsberg í Flensburg vísir so mong verk av fleiri av okkara bestu listafólkum alla summarsesongina.
Flensburg liggur sera vakurt við fjørðin og hevur nógv vitjandi um summarið.
Flensburg Sjófartsmuseum vísir samtundis bæði eldri og nýggjari føroyska list við motivum úr sjómannslívinum, sum er lánt frá m.a. Listasavni Føroya. Her hevur stjórin á Flensburger Schifffahrtsmuseum kuraterað.
Framsýningin á sjófartsmusenum letur upp 30. juni og hongur, eins og sýningin á Museumsberg, fram til 20. oktober. Listafólkini á Flensburger Schifffahrtsmuseum eru Edward Fuglø, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Sámal J. Mikines og Marius Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald