placeholder
Innanlands

Tikin fyri at koyra við kenning

Nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið, men sum heild hevur verið friðarligt, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-23 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið, men hetta hevur løgreglan ikki merkt nógv til.

Jóansøka er á Tvøroyri, og har hava verið nógv fólk og gott lag, sigur løgreglan, men kortini hevur verið friðarligt. Onkrar smávegis ósemjur hava verið, men tað hevur verið tað, sigur løgreglan.

Men klokkan hálvgum eitt í nátt varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri at koyra við kenning.

Blóðroynd er tikin av viðkomandi, og bíðað verður nú eftir úslitinum.

Beint fyri klokkan hálvgum sjey í morgun fekk løgreglan boð um, at tveir mans vóru komnir til ilnar í høvuðsstaðnum.

- Ein er møguliga vorðin sligin og sparkaður, men enn vita vit ikki rættiliga, hvat er hent, tí at tað ikki hevur borið til at avhoyra partarnar enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan fer væntandi at tosa aftur við viðkomandi seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder