Innanlands

Tikin fyri at smugla hassj til Føroya

Hann varð afturhildin av tollarunum, tí illgruni var um, at hann hevði smuglað rúsevni innvortis

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-06-30 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein maður tikin av tollarunum á flogvøllinum, tí illgruni var um, at maðurin hevði smuglað rúsevni innvortis. Maðurin varð skannaður, og tað varð staðfest, at hann hevði eina lítla nøgd av hassji innvortis.

Mett verður, at talan er um 40-50 gramm til egna nýtslu, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin er enn hjá løgregluni, og hann verður skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder