2025-09-12 13:41

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur at persónurin sum er undir illgruna fyri drápið á Charlie Kirk, er handtikin.
Tað sigur Donald Trump í einari samrøðu við Fox News, skrivar Reuters.
- Eg trúgvi at vit hava hann, sigur Trump í samrøðuni, og leggur afturat, at ein sum kendi tann handtiknað, hevði meldað hann.
Sambært forsetanum er persónurin í varðhaldi hjá politinum.
Tað var mikudagin, at 31 ára gamli konserativi politiski aktivisturin Charlie Kirk varð skotin undir einum kjakfundi í Utah.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald