Løgreglan hevur í nátt tikið ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í høvuðsstaðnum.
Hann varð steðgaður í Havn klokkan tvey í nátt. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani tók løgreglan hann við sær á støðina.
Talan var um ein útlending, og tí verður roynt at fáa málið avgreitt skjótast gjørligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at viðkomandi dugdi ikki enskt, og tað hevur verið ein avbjóðing.
Tveir tímar seinni, stutt fyri klokkan fýra, varð ein annar persónur handtikin fyri at vera ólátaður uttanfyri eitt skeinkistað í Havn. Tá løgreglan skuldi handtaka hann, vísti hann løgreglufólkunum longutong.
Hann slapp at sova rúsin av sær á løgreglustøðini og fekk í morgun eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, fyri at vera ólátaður og vísa háðandi atburð móti løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald