Klokkan hálvgum fýra í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í høvuðsstaðnum.
Løgreglan fekk illgruna um, at okkurt ikki var, sum tað átti at vera, tá tey sóu ein bil, sum koyrdi ímóti ferðsluni.
Tí varð bilurin steðgaður, og tá rúsdrekkaroynd varð tikin av honum, vísti tað seg, at hann hevði drukkið meira enn loyvt er, skrivar in.fo
Sambært løgregluni er talan um ein útlending, og tí skal málið avgreiðast beinanvegin, áðrenn hann sleppur av landinum aftur.
- Viðkomandi er ikki úr einum landi, sum Føroyar hevur avtalu við, og tí sleppur hann ikki av landinum aftur, fyrr enn málið er avgreitt, so hann situr enn í varðhaldi hjá okkum, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald