Innanlands

Tilboð um sálarhirða til føroyingar í donskum fongslum

Tað er fyri persónar, sum sita varðhaldsfongslaðir ella longri varandi dóm í donskum fongslum og avvarandi teirra. Fyrrverandi sóknarpresturin, Ólavur Rasmussen, er tøkur til persónliga samrøður

Ólavur Rasmussen (t.v.) skal virka sum sálarhirði í Danmark) - Fólk, ið fáa longri varandi dóm kunnu koma í eina tilverukreppu. Í slíkum førum kann prestur veita sálarrøkt við at bjóða persónliga samrøðu, har tosað verður um tað, sum liggur viðkomandi á hjarta

Ólavur Rasmussen (t.v.) skal virka sum sálarhirði í Danmark) - Fólk, ið fáa longri varandi dóm kunnu koma í eina tilverukreppu. Í slíkum førum kann prestur veita sálarrøkt við at bjóða persónliga samrøðu, har tosað verður um tað, sum liggur viðkomandi á hjarta

2023-03-17 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til hjá føroyingum, sum sita varðhaldsfongslaðir ella sita longri varandi dóm í donskum fongslum at fáa sálarrøkt frá føroyskum presti.

Fólk, ið fáa longri varandi dóm kunnu koma í eina tilverukreppu. Í slíkum førum kann prestur veita sálarrøkt við at bjóða persónliga samrøðu, har tosað verður um tað, sum liggur viðkomandi á hjarta.

Sálarrøkt er eitt slag av umsorgan fyri sálini, og fer fram sum ein persónlig samrøða í trúnaði. Samrøðan kann handla um bæði andaligar, kensluligar og vitbornar (intellektuellar) avbjóðingar, tí umstøður og tørvur kann vera ymiskur.

Uppgávan hjá presti er at lurta og brúka ástøði og royndir sínar at hjálpa við avbjóðingunum.

Útgangstøðið fyri slíkari samrøðu vil altíð vera í tí, sum ein ynskir at fáa hjálp við, óansæð tað bert er onkran at lurta ella stuðla onkursvegna, ella at hava ein at ráðføra seg við um, hvussu ein loysir tær avbjóðingar, sum eru í samband við støðuna sum fongslaður.

Eisini eitt tilboð til avvarðandi
At vera fongslaður hevur ikki einans avleiðingar fyri tann sum situr í fongsli, men kann eisini viðføra avbjóðingar fyri nærmastu avvarðandi. Tá kann vera hent at venda sær til prest, sum eisini kann vera millumlið millum partarnar.

Tað er Ólavur Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur, sum nú starvast sum stjóri í SALT, sum varðar av uppgávuni. Ólavur hevur áður røkt líknandi uppgávur uttanlands og hevur neyðugu fakligu førleikarnar.

Hann kemur at røkja uppgávuna sum sálarhirði við síðurnar av verandi starvinum sum stjóri í SALT. Samband fæst við Ólavur á telefon 213013.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder