Skúlablaðið: Triði hvør næmingur í Eiðis skúla er antin tilflytari úr útlandi ella barn av foreldrum – øðrum ella báðum, sum eru flutt higar. Við øðrum orðum hevur triði hvør næmingur meiri enn eitt mál heima. Paula Bøgesvang, sum hevur verið lærari í Eiðis skúla síðstu tíggju árini, fagnar margfeldinum, sum broytta næmingamyndin hevur við sær.
Fyri okkurt um tíggju árum síðan var munandi øðrvísi; tá vóru bara nakrir fáir næmingar av øðrum uppruna enn føroyskum.
- At vit hava so nógvar næmingar, sum hava aðrar røtur enn føroyskar, hevur nógv gott við sær; tað ger skúlan litríkari og fjølbroyttari, tí tað lærir okkum at vera rúmligari, tá ið vit møta øðrum mentanum. Børnini koma við øðrum hugsanarháttum, øðrum mátum at liva uppá, og tað vísir okkum, at tað eru nógvir mátar at liva, sum er góð læring, staðfestit Paula Bøgesvang og sigur víðari:
- Tað eru ikki bara vit, sum kunnu læra tey nakað; tey læra sanniliga okkum nógv. Tá tað er sagt, so eru eisini avbjóðingar, bæði á dagstovni og skúla, um orka ikki fylgir við at møta næmingunum við tí, teimum tørvar fyri at integrera seg og læra málið. Eftir mínum tykki eigur tað at vera eitt nógv størri tilvit um, hvussu børn læra eitt nýtt mál í samfelagnum sum heild, heilt frá barnagarði av. Eg kann í øllum førum siga, at tað krevur sera nógv av lærarum at hava næmingar, sum ikki skilja føroyskt.
Fyri tveimum árum síðan tók Paula Bøgesvang prógv sum lærari í føroyskum sum annaðmál. Útbúgvingin hevur givið henni gott innlit í, hvat skal til fyri at læra eitt nýtt mál, og hvussu nógv tað hevur at siga, at tilflytarar halda fast við móðurmálið, tá teir skulu læra eitt nýtt mál.
- Eingin tilflytari er ein tómur koppur, sum tú skalt fylla í. Har er okkurt í koppinum frammanundan. At brúka og gagnnýta tað, er eitt tað týdningarmesta, eg havi lært. Politikarar halda seg tosa um integratión, men í veruleikanum tosar teir um assimilatión – tað at tilflytararnir skulu vera líka sum vit. Tað kunnu vit ikki krevja av teimum ella nøkrum øðrum. Tilflytarar hava eina mentan, mál, átrúna, vanar og annað við sær, og tað mugu vit viðurkenna og virða. Mann kann gott vera integreraður í einum samfelag, hóast tú heldur fast við, hvør tú ert, og hvaðani tú kemur.
Tað verður sagt, at tað tekur um seks-sjey ár at læra eitt nýtt mál, og tað heldur Paula Bøgesvang passar rímiliga væl. Hon hevur dømi um næmingar, sum læra føroyskt eftir ógviliga stutta tíð, men tað er undantakið.
- Í summum flokkum eru fleiri næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Eg hevði viljað, at skúlamyndugleikarnir lótu meiri orku til skúlar, sum hava nógvar næmingar, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Og orka er lærarar og tímar, so at fleiri næmingar fáa intensiva undirvísing.
Hetta skúlaárið eru tilsamans 94 næmingar í Eiðis skúla úr forskúla og til hádeild. Í løtuni eru næmingar úr Nepal, Filipsoyggjum, Póllandi, Meksiko, Brasil, Íslandi og Danmark; harumframt eru næmingar, har annað foreldrið er føroyingur og hitt úr Týsklandi, Kenja og Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald