Fólkatalið í Føroyum vaks við 860 fólkum farnu 12 mánaðirnar og er nú 51.617 fólk. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.
Men meðan tilflytingin blívur við at vaksa og er nú um 1.800 fólk árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og liggur á sama støði við umleið 1.200 fólkum sum undanfarnu 4 árini, sum sæst á myndini niðanfyri.
Samanlagda úrslitið av størri tilflyting og minni fráflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og at hon hesi síðstu tvey árini er methøg í tali. Í prosentum var hon eitt vet størri um aldarskifti, tá nógv fólk fluttu heimaftur eftir hópfráflytingina og stóra minking í fólkatalinum í kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-unum.
Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 450 vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 571 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19.
Eisini vøkstur í burðaravlopinum
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) væl størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 289 nú móti 215 undanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 33 fleiri og deyðatalið 41 færri. Burðaravlopið varð sostatt 74 størri.
Nógv fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 187 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 3 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 34, so samanlagda úrslitið varð 150 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018 og 2019, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald