Hósdagin 1. september verður avdúkað, hvørji eru tilnevnd Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
Hetta verður gjørt í sambandi við fakligan kjakfund um náttúruloysnir í Norðurlandahúsinum, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuna.
Á tiltakinum, sum byrjar klokkan 15, fara serfrøðingar, ung og avgerðartakarar at kjakast um týðningin av náttúruloysnum og á hvønn hátt tær kunnu setast í verk í Norðurlondum. Eisini verður greitt nærri frá um fýra-ára verkætlanina Náttúruloysnir, sum er sett í gongd av Norðurlendska Ráðharraráðnum, og verður samskipað á Umhvørvisstovuni í Føroyum.
Jóna Ólavsdóttir, samskipari fyri programmið Náttúruloysnir hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, heldur framløgu, og eisini verður pallborðskjak, har hesi luttaka:
- Kolbrún í Haraldsstovu, verkætlanarleiðari á verkætlanini Lendisbati og leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum
- Hafdís Hanna Ægisdóttir, stjóri á deildini fyri burðardygd á lærda háskúlanum í Íslandi
- Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi
- Andrea Vang, lesandi og limur í Nordic Youth Biodiversity Network
- Leonard Sandin, granskingarleiðari á NIVA, Norwegian Institute for Water Research
Orðstýrari er Katrin Petersen, journalistur.
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður handað á hvørjum ári til ein norðurlendskan persón, eina fyritøku ella eitt felag, sum á fyrimyndarligan hátt hevur megnað at sameina virðing fyri umhvørvinum í sínum virki ella arbeiði, ella sum á annan hátt hevur tikið stór tøk fyri umhvørvið.
Evnið fyri virðislønina í ár varpar ljós á, at náttúra og náttúruumsiting eru ein stórur partur av loysnini á lívmargfeldis- og veðurlagskreppuni. Harumframt kunnu náttúrugrundaðar loysnir ráðleggjast soleiðis, at tær skapa sosialt, mentanarligt og fíggjarligt virði. Saman við virðislønini fær vinnarin 300.000 danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald