placeholder
Innanlands

Tilsamans 125 ár í barnatannrøktini

Karla Dahl fekk fortjenstmedalje úr silvuri, sum verður latin fyri 40 ára starvstíð á sama almenna arbeiðsplássi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-05-01 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin vórðu fýra kvinnur heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barnatannrøktini hjá kommununi.

Longu í fjørheyst varð Karla Dahl heiðrað fyri at hava verið 40 ár í starvi á tannlæknastovuni, og mikudagin handaði Elsa Berg, borgarstjóri, henni Kongens fortjenstmedalje úr silvuri, sum verður latin fyri 40 ára starvstíð á sama almenna arbeiðsplássi.

Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen vórðu heiðraðar fyri at hava havt 30 ára starvsdag, og Elspa Samuelsen varð heiðrað fyri at hava havt 25 ára starvsdag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder