
Leygardagin 15. apríl bjóða Umhvørvisstovan og Búnaðarstovan til tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði, har evnið er burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum.
– Frá 2021 til 2022 var Búnaðarstovan partur av norðurlendskari verkætlan um matsjálvbjargni í fimm norðurlendskum oyggjasamfeløgum: Bornholm, Føroyum, Grønlandi, Ísland og Álandi. Úrslitið var ein frágreiðing, sum legði fram møguleikar og avbjóðingar fyri at økja sjálvbjargni við matvørum á burðardyggum grundarlagi í luttakandi londum. Trý høvuðstilmæli vórðu orðað fyri hvørt land.
Tilmælini fyri Føroyar vórðu:
• At styrkja samstarv og dialogi millum allir partar í virðisketuni - frá matframleiðara til keypara - fyri at bøta um atgongdina til matvørur, ið eru framleiddar í Føroyum.
• At finna hóskandi støði fyri matvøruframleiðslu og matvørutrygd og seta ítøkilig mál. Lóggáva og peningalig tileggjan og virkisætlanir eiga at stuðla undir málunum (við meginreglum um burðardygd)
• At kanna møguleikarnir at dyrka meira grønmeti, undir hesum at verja øki, ið eru egnað til at dyrka grønmeti, og at nýta tøð, sum eru framleidd í Føroyum.
– Leygardagin fara vit víðari við tilmælunum um økt matsjálvbjargni í Føroyum. Vit fara at umrøða avbjóðingar og møguleikar í Føroyum og seta ítøkilig mál fyri hvussu vit kunnu fremja málini í verki, skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.
– Øll, ið hava áhuga innan matframleiðslu, jarðarbrúk og ringbúskapi, eru hjartaliga vælkomin at verða við. Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, skrivar Umhvørvisstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald