Innanlands

Tímatalið í handaverk og list eigur at verða hækkað

Hetta mælir arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini, til. Frágreiðingin er handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum

Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at arbeiði í skapandi og listarligu lærugreinunum gevur næmingunum møguleika at ogna sær førleikar, at hugsavna seg um evnið og at nýta sítt hugflog (Mynd: Skúlablaðið)

Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at arbeiði í skapandi og listarligu lærugreinunum gevur næmingunum møguleika at ogna sær førleikar, at hugsavna seg um evnið og at nýta sítt hugflog (Mynd: Skúlablaðið)

2023-06-07 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv hægri raðfesting av handaverki og list og skipað eftirútbúgving innan økið. Tað eru nøkur av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini

Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari í dag sum eitt slag av niðurstøðu til tað, sum niðursetti arbeiðsbólkurin hevur funnið fram til.

- Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tímatalið eigur at verða hækkað, og at allir næmingar í hádeild eiga at hava møguleikan at velja eina handaliga ella listarliga lærugrein.

Handaligu lærugreinirnar í føroyska fólkaskúlanum fata um, sang, tónleik, myndlist/tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleika. Kravda tímatalið í 1.-7. flokki er 25 tímar tilsamans. Skúlablaðið samanber Danmark, sum hevur 32 tímar samanalagt, og Finnland, ið hevur 35 tímar.

- Um vit samanbera handaverk og list og ítrótt, so er ítróttur kravd lærugrein í 1.–9. flokki, har tímatalið í 1.–7. flokki er 13 tímar, meðan tímarnir í handaverk og list skulu býtast millum tær 5 lærugreinirnar í handaverk og list, so har er ikki nógv í part til hvørja lærugrein. Tí kunnu vit siga,  at handaligu og listaligu lærugreinirnar hava ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti.

Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at arbeiði í skapandi og listarligu lærugreinunum gevur næmingunum møguleika at ogna sær førleikar, at hugsavna seg um evnið og at nýta sítt hugflog. Ikki minst, so eru hetta førleikar, sum tey kunnu nýta í aðrari fakligari læring. Eisini ogna næmingar sær í handaligu lærugreinunum bæði bindindi, hegni til sjálvstøðugt arbeiði og førleika at arbeiða saman við øðrum.

Tað at listarligu og skapandi lærugreinirnar kunnu hava stóra ávirkan á bæði læring, menning og trivnað hjá einstaka næminginum, umframt stuðlar læringini í bókligu lærugreinunum ger at arbeiðsbólkurin mælti til eitt hægri tal. 

Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum fyri einari viku síðani. Hon er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini. Arbeiðsbólkurin arbeddi við hesum frá november í 2021, og nógvum ymiskum stovnum og deildum luttóku.

Kelda: Skúlablaðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder