Mikudagin 13. apríl klokkan 15 framførir Tina frá X Factor í SMS.
Tina kom í finaluna í X Factor saman við Mads og Kára, men bleiv akkurát ov stutt og endaði á triðja plássi – tó hevur hon vunnið fyrsta plássið í hjørtunum hjá flestu føroyingunum, og nú fáa føroyingar høvi at hoyra hana framføra live á Torginum í SMS, skrivar SMS í tíðindaskrivi.
Meiningin var, at vinnarin av X Factor eisini skuldi framføra í SMS, men orsakað av persónligum ávum, fær Mads ikki komið til Føroyar á hesum sinni.
Tina kemur at framføra bæði egin og coverløg, sum vit kenna tey frá X Factor umførunum.
Eftir framførsluna verður Tina til reiðar at skriva autografar og taka myndir saman við fjepparunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald