Sangarin, sum fekk fægst sms-atkvøður frá hyggjarunum, fær eitt flott triðja pláss í X Factor 2022.
Og tann heiðurin fall til... Tinu Mellemgaard.
- Eg havi lært so nógv og møtt so nógvum spennandi fólkum, segði Tina Mellemgaard, sum við tárum í eygunum ásannaði, at tað ikki rakk longur í X Factor.
Og harvið fekk Tina heldur ikki høvi at syngja sín egna sang, sum hon hevði skrivað til finaluumfarið.
Sangurin, sum vit helst sleppa at hoyra á sosialu miðlunum seinni, eitur "Alting starter med en gnist".
Ístaðin eru so Mads Moldt og Kári Fossdalsá, sum nú sýngja sínar 'vinnarasangir' í vónini at fáa flest sms-atkvøður til endaligu atkvøðugreiðsluna.
Tey, ið vilja stuðla Kára kunnu senda sms við KA til 1234
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald