Í X Factor sendingini, sum verður send á danska TV2 í kvøld, er ein føroyingur afturat við.
Í síðstu viku sóu vit Kára Fossdalsá av Toftum, sum sjarmeraði seg víðari í upptøkuroyndini, sum varð hildin í Aarhus, og hesaferð er tað 18 ára gamla Tina Mellemgaard sum fær møguleikan.
Parturin sæst longu nú á stroymingartænastuni TV2 Play, og tað er ikki at siga ov nógv, at hon fær fleiri minuttir á skíggjanum.
Í tónleikakappingini Sement í fjør gjørdist Tina Mellemgaard saman við bólki sínum við navninum “Tina” nummar tvey. Hon skuldi eftir ætlan eisini spæla á G! festivalinum í fjør, men sum kunnugt var hesin avlýstur í síðstu løtu.
Tina er dóttir Henrik og Onnu Sofíu Mellemgaard.
X Factor sæst á TV2 klokkan 19 føroyska tíð, og í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum eftir Gekkin, klokkan 20:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald