Tað er í annaðkvøld, at ikki færri enn tveir føroyingar trína á X Factor pallin, tá væl umtókta tónleikakappingin verður send beinleiðis fyri fyrstu ferð í hesum umfari.
Talan er um 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard úr Hoyvík og Kára Fossdalsá av Toftum, sum av álvara skulu.
Hjá veddingafyritøkum kanst tú vedda upp á næstan alt og eisini X Factor. Mett verður nevniliga at Tina Mellemgaard hevur stóran kjans at vinna hørðu kappingina í ár.
Í miðal hjá Danske Spil, Bet365 og Unibet, fær ein pengarnar 3,18 ferð aftur um Tina Mellemgaard vinnur. Í hølunum á henni koma Mads Moldt við 3,67 í miðal og Mille Bergholtz við 5,16 í miðal.
Tað vísir ein uppgerð hjá TV2 í dag.
Tess lægri sonevndu oddsini eru, størri meta veddingafyritøkurnar, at viðkomandi fær at vinna.
Mett verður ikki at Kári Fossdalsá hevur tann stóra møguleikan at gera seg galdandi í ársins X Factor. Í miðal fær ein 16,67 ferðir pengarnar aftur, um toftamaðurin vinnur. Tað er tey næst vánaligastu oddsini millum teir níggju luttakararnar.
Kári Fossdalsá (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Enn er ikki kunngjørt, hvørji løg luttakararnir framføra.
Til ber hjá føroyingum at atkvøða við at senda sms til 1234. Tað skal ikki skrivast +45 frammanfyri.
X Factor verður víst á danska TV2 fríggjakvøldið klokkan 19 føroyska tíð.
Portalurin verður á staðnum í Brøndby í annaðkvøld, har X Factor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald