Mentan

Tina syngur Kanye – Kári syngur Mike Posner

Fyrstu live-sendingarnar í X Factor verða í kvøld – hesaferð við tveimum føroyingum. Portalurin verður til staðar

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2022-02-25 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]

Stórur spenningur er undan sjónvarpssendingini X Factor á danska TV2 í kvøld, nú farið verður undir beinleiðis sjónvarpssendingarnar, har tað eru hyggjararnir, sum gera av hvørji skulu fara úr kappingini.

Tað vil siga, at hyggjararnir avgera, hvørji tvey teir tríggir dómararnir í sendingini skulu velja ímillum.

TV2 hevur í morgun kunngjørt hvørjar sangir, sum luttakararnir skulu syngja í sendingini í kvøld, sum byrjar klokkan 19 okkara tíð – og verður send í Kringvarpi Føroya eftir stóra gekkaspælið í kvøld.

[object Object]

"Street Lights"
Tina Mellemgaard úr Hoyvík, sum er undir veingjabreiðinum hjá dómaranum Kwamie Liv, verður mett at hava ein góðan møguleika at vinna kappingina – tað meta veddingarfyritøkurnar í hvussu so er.

Kwamie Liv velur hvørjar sangir hennara luttakarar skulu syngja, og hon hevur valt at føroyska Tina skal syngja ein sang hjá amerikanaranum Kanye West, nevniliga “Street Lights” (trýst á leinkjuna fyri at hoyra upprunaútgávuna).

[object Object]

"Please don't go"
Kári Fossdalsá av Toftum skal eisini syngja eitt lag, sum hevur útgangsstøði í amerikanskum hiphop og r&b stíli.

Margin Jensen, sum er mentor hjá Kára hevur avgjørt, at toftamaðurin, sum býr í Aalborg skal syngja “Please don’t Go”  hjá Mike Posner(trýst á leinkjuna fyri at hoyra upprunaútgávuna).

"Signatursangir"
Evnið fyri sangvalinum hetta fyrsta kvøldið er ‘signatursang’. Tað vil siga, at valið er heilt frítt, men tey skulu velja ein sang, sum veruliga vísir hvat slag av sangarum og listafólki luttakararnir eru.

Á tv2.dk sæst hvørjar sangir hinir sjey luttakararnir syngja í kvøld.

Portalurin verður til staðar til X Factor showið í kvøld fyri at fylgja við hvussu tað gongur føroysku luttakarunum og gera samrøður aftaná. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder