Stóra X Factor finalan, har tveir av trimum finalistum eru føroyingar, fer í gongd klokkan 19, og í morgun hevur sjónvarpsstøðin TV2 avdúkað hvørji løg, luttakararnir fara at syngja.
Sum nevnt eru tað bara tríggir luttakarar eftir, og tískil er nógv at framføra.
Finaluluttakararnir syngja fyrst eitt lag, og síðani saman við hvør sínum kendum tónleikara. Eftir hetta verður ein sáldaður frá, og luttakararnir sum eru eftir framføra sítt vinnaralag.
Tina Mellemgaard sum seinastu tey fríggjakvøldini hevur sungið egin løg, fer hesaferð at framføra Love On Top hjá Beyoncé, og síðani tvísong - duet - við Søs Fenger. Sangirnir tær báðar fara at framføra verða “Du er” og “Den jeg elsker, elsker jeg”.
Kemur hon víðari til annað umfar í finaluni, syngur hon vinnaralagið “Alting starter med en gnist”, sum hon sjálv hevur verið við til at skriva.
Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)
Kári Fossdalsá sum ferð eftir ferð hevur tikið øll á bóli, fer at framføra “Happy” hjá Pharell Williams. Tvísongurin verður við Jonah Blacksmith við løgunum “Daughter og Jonah” og “House on Fire”.
Vinnarasangurin, sum Kári framførur um hann kemur víðari til annað umfar, hevur heitið “Believer”, og er eitt lag, sum toftamaðurin hevur verið við til at gjørt.
Tina Mellemgaard
“Love On Top” hjá Beyoncé
“Du er” og “Den jeg elsker, elsker jeg” saman við Søs Fenger
Vinnarasangur “Alting starter med en gnist”
Kári Fossdalsá
“Happy” hjá Pharrel Williams
“Daughter og Jonah” og “House On Fire” saman við Jonah Blacksmith
Vinnarasangur “Believer”
Mads Moldt
“See you Again” hjá Tyler, the Creater feat. Kali Uchis
“Føler mig selv 100” og “Hjem fra Fabrikken” saman við Andreas Odbjerg
Vinnarasangur “Clingy”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald