Innanlands

Tindhólmur fullur í ADHD-arum

Jensjáku Hansen og Tórik Rouah klintraðu týsdagin og mikudagin upp á allar tindarnar í Tindhólmi

(Mynd: Jensjáku)

(Mynd: Jensjáku)

2023-06-02 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hava tríggir mans búleikast í Tindhólmi, og verið uppi á øllum teimum fimm tindunum.

Teir tríggir, Jensjáku Hansen, Tórik Rouah og íslendarin Gaui fóru út við Jørgeni Niclasen týsdagin.

Jensjáku Hansen (Hin Rusuti) skrivar soleiðis:

Tórik hevði spurt meg um at klintra og eg segði ja beinanveg. Eg havi sett mær fyri at brúka eitt ár at seta focus á ADHD og hetta var ein góður háttur at fáa uppmerksemi. Vit tríggir Tórik, Gaui og eg hava allir staðfest ADHD. Tað er ikki fyrstuferð at allir tindarnir eru klintraðir, Tórik er royndur klintrari, so eg var í tryggum hondum. Gaui var við fyri at gera film um túrin.

Við vegleiðing frá Jørgini fóru vit til gongu, tað var tungt at koma uppundir Bogna, men sera lætt at koma uppá hann. Gaui var eftir á sløttum, hann helt at best var at filma við flúgvandi kamera.

Tað var ræðandi at klintra uppá Breiða, hann skuldi heldur itið smali, Tórik gekk eftir kambinum yvir til tindin og eg tryggjaði hann. Tá hann var uppi á, fór eg grulvandi aftaná.

Tað var ein lætti at fáa Breiða frá hondini, Lítli hevði lítið uppá seg, men vit tryggjaðu okkum alíkavæl eftir forskriftunum.

Arnatindur var ringastu at klúgva. Tórik førdi, ringt var at fáa fast tí mesta er gras og ikki grót at borða kongarnar í. Hann stóð lastur eina góða løtu, tí at taskan við borði maskinu og kongum bleiv føst, tað bar illa til at klintra niður, tí hann stóð illa og var væl omanfyri ovasta festi, so um hann datt, var fallið dupult av avstandinum frá festinum, umleið fýra metrar. Aftaná nógv strev fann hann ein máta at fáa posan við amboðunum leysa, og fekk tryggja seg. So klintraði eg upp til hansara at tryggja hann har. Hetta var fyri at minka um mótstøðuna á línuni. Tað gekk væl aftaná tað.

Eg fleyg við dronu tá vit fóru uppá Lítla. Tað ber ikki til at stýra og klúgva í senn, so eg setti hana á sjálvsstýriara, eingir følarar eru á síðuni, og eg sá ov seint at hon, eftir síðuni var á veg inn í Breiða. Løgið, men dronan lendi beint í einum reiðri, til stóra frustratión hjá havhestinum.

Komnir uppá, var mjørki og klokkan var nógv, so vit avgjørdu at taka seinasta tind dagin eftir, tá var góðveður væntandi. Vit funnu dronuna í reiðrinum, har var ikki ein skøva komin á.

Tað var hugnaligt at grilla í vesturskyninum.

Hósmorgunin skein sólin, og vit góvu okkum góða tíð. Tórik hevði tað góða hugskot dagin fyri at lata línuna liggja, so tað var nógv lættari at ganga. Línan lá oman eftir brekkuni, so tað var akkurát sum á Mount Everest har línur liggja klárar.

Tað gekk sera væl, burtursæð frá at posin við flagginum fór á rull. Vit vistu ikki fyri vist um Ytsti ella Arni vóru hægst, so vit skuldu eisini flagga á Ytsta. Tað bleiv so av ongum.

Í fagrasta veðrið stóðu vit á seinasta tindi og gleddust. Tað var eitt gott upplivilsi at klintra Tindhólm, og sera læruríkt at vera saman við Tóriki og íslendaranum.

Tá vit vóru komnir omanaftur til húsið, fór eg at leita eftir flagginum. Eg fann tað í hálvari brekkuni.

Tað er helst ikki ofta at ein oyggj (holmur) er full av ADHDarum.

Túrurin var fyri at seta fokus og samla pengar til ADHD-felagið. Konto 9181-5785172.

Meira kann lesast um Hin Rusuta á Facebooksíðuni her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder