2018-12-17 20:40
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði fyri løtu síðani, at hann hevði valt at taka 2. viðgerð av fíggjarlógini av skrá.
Viðgerðin verður útsett til tingfundin í morgin klokkan 10 ístaðin.
Hetta helst tí, at tað er ligið nakað út á kvøldið, og tvær 1. viðgerðir eisini eru á skránni. Hesar 1. viðgerðirnar verða so nú. Fyrst um fiskidagaskipan og síðani um at siga upp Hoyvíkssáttmálan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald