Innanlands

Tingfundurin uppafturtikin klokkan 13

Flokkarnir hava nú tikið seg aftur fyri at manna nevndirnar - samgongan og andstøðan hava skipað seg í hvør sín valbólk

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 11:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist ein stuttur tingfundur, sum Bjørt Samuelsen, tingforkvinna setti nakað eftir klokkan 11 í dag.

Tingforkvinnan kunngjørdi, at tvey skriv vórðu innkomin – eitt frá samgonguflokkunum og eitt frá andstøðuflokkunum – har boðað varð frá, at flokkarnir høvdu gjørt valbólkar í sambandi við val av nevndum.

Samgongan hevur 18 tingfólk og andstøðan 13.

Hereftir varð fundurin niðurlagdur, so flokkarnir kunnu taka seg aftur fyri at skipa tingnevndirnar.

Fundurin verður so uppafturtikin klokkan 13, kunngjørdi tingforkvinnan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder