Innanlands

Tingfundurin vardi í fimm minuttir: Tingvarpið fingið eina yvirháling

Fyrsti tingfundurin í ár byrjaði og endaði fyri løtu síðani

2019-02-01 14:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á tingfundinum í dag, sum var ársins fyrsti, var ikki nógv á skrá. Bara atkvøðugreiðsla um ein skrivligan fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum umframt framløgu.

Nøkur uppskot vórðu løgd fram, og trý álit komu úr nevndunum.

Men tað gleðiliga á tingfundinum í dag - serliga hjá okkum sum hyggjarum - var nýggja tøknin í tingsalinum. Myndin er øgiliga nógv betri enn undanfarna, og tað er at gleðast um.

- Vit hava fingið nýggja tøkni í tingsalinum, og vit vóna, at hon fer at rigga betri enn tann undanfarna, segði Páll á Reynatúgvu, tingformaður.

Hann legði afturat, at tað væntandi vera onkrir trupulleikar nú í byrjanini, men tað skuldi blivið rætta so hvørt.

[object Object]Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Mynd: Skíggjamynd / Tingvarpið)

Nýggja tøknin sást ikki heilt í verki, tí eingin bað um orðið, og eingin gjørdi nakra viðmerking, men tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at rigga næstu tíðina.

Annars var einki um nýtt nevndarval, sum tað annars hevur verið prátað um. Næsti tingfundurin verður mikudagin 6. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder