2023-01-13 09:43
Tingfundurin sum varð lýstur at vera klokkan 13 í dag er avlýstur ella fluttur til týsdagin í næstu viku.
Eitt mál er á skránni fyri fundin, og tað er framløga.
Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at á tingfundinum verður uppskotið hjá landsstyrinum um meirvirðisgjald og elbilar lagt fram umframt mál um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.
Tingfundurin týsdagin verður klokkan 11. Hósdagin klokkan 11 er eisini tingfundur, og tá eru møguligar 1. viðgerðir á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald