Innanlands

Tingið aftur til arbeiðis í dag

Val av nevndum er høvuðsmálið á tingfundinum, sum byrjar kl. 11

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-05 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag byrjar tingarbeiðið hjá nýggja løgtinginum av álvara.

Klokkan 11 verður fyrsti tingfundur settur síðan tingið beint fyri jól valdi formansskap og løgmann.

Á skránni fyri tingfundin í dag er val av føstu nevndunum. Sambært grein 24 í tingskipanini er talan um fíggjarnevnd, uttanlandsnevnd, landsstýrismálanevnd, vinnunevnd, trivnaðarnevnd, mentanarnevnd og rættarnevnd.

Tað kann ofta vera eitt størri roknistykki av finna út av, hvussu nevndarlimirnir skulu býtast millum samgongu og andstøðu og millum teir ymsu flokkarnar. Vanligt er, at andstøðan fær meirilutan og harvið eisini formansskapin í onkrum av nevndunum.

Samgongan hevur í sambandi við málsøkjabýtið ofta eisini gjørt av, hvørjir tinglimir skulu veljast til til forfólk í teimum ymsu nevndunum.

Umframt val av løgtingsnevndum, skulu limir á tingfundinum í dag eisini veljast til Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið, løgtingsgrannskoðarar og nevningagrundlistanevndina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder